Handil
Um dagarnar er nýggjur Samkeyp-handil latin upp í Saltangará.
Handilin er í bygninginum í Saltangará, har Maskinhandil var í nógv ár.
Hetta er beint hinumegin vegin, har eitt nú Teymavirkið er á niðaru síðu.
Felagið, sum rekur nýggja handilin, er Sp/f 11/11-94, og tað er Eivind Jacobsen á Strondum, sum er maðurin aftanfyri felagið.
Frammanundan eru aðrir matvøruhandlar í Runavíkar-økinum, men nú hava fólk so hendan møguleikan aftrat.
Sosialurin fer seinni at hava grein um nýggja matvøruhandilin í Saltangará.