Í gjár skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag undir semju um nýggjan sáttmála fyri dagrøktarar.
Tað boðar Kommunala arbeiðsgevarafelagið frá í tíðindaskrivi.
Sáttmálin partanna millum gekk út hin 1. oktober 2019.
Talan er um eina 2 ára semju við lønarhækkan samsvarandi tí hjá øðrum dagrøktarum á kommunala økinum, sigur Kommunala arbeiðsgevarafelagið.