Nýggjur radari á Sornfelli

Ein nýggjur radari til sivila loftferðslu skal setast upp á Sornfelli Týsdagin skrivaðu Færøernes Kommando og Naviar undir avtalu um nýggjan radara, ið skal geva sivilu loftferðslutænastu upplýsingar. Arbeiðið at seta upp radaran byrjar beinanvegin.

Síðan skal radarin stillast, og fólk verða lærd at brúka radaran. Radarin skal fóðra sivilu loftferðslutænastuna við upplýsingum um flogfør í loftrúminum kring Føroyar, sum er partur av íslendska ábyrgdarøkinum.

Radarin virkar eftir sonevndu IFF-skipanini, sum merkir, at flogfør sjálv senda upplýsingar út, sum verða fangað av radaranum. Franska felagið Thales setir radaran upp vegna Naviar, og eftir ætlan skal alt verða liðugt um ein mánað.