Trætan millum Team 85 og Tjóðveldisflokkin viðvíkjandi rokningini fyri valkampagnuna fyri einum ári síðani er als ikki klár til dómsviðgerð enn, og nýggjur fundur er ásettur.
Sorinskrivarin Jørgen B. Petersen upplýsir, at partarnir enn bara leggja ymisk skjøl á borðið og skifta orð um málið, og at tað enn ikki er búgvið til dómsviðgerð. Hann sigur, at nýggjur fundur er ásettur um einar fýra vikur.
Team 85 hevur stevnt flokkinum, tí hann ikki vil rinda ta upphædd, sum lýsingarfyritøkan krevur. Flokkurin vil vera við, at alt teirra valstríð minkaði í virði eftir ta nógv umstríddu lýsingina, sum stóð í Sosialinum dagin fyri valið.