Nýggjur posthúsleiðari í Sørvági

Mikudagin 1. oktober var samkoma á Hotel Vágum, tá Annelena Vest Niclasen tók við sum posthúsleiðari í Sørvági, eftir at Nora Weihe, sum hevur fylt 67 ár, fór frá fyri aldur.

Nora Weihe, f. Samuelsen, er úr Sørvagi, hon hevur arbeitt á posthúsinum í Sørvági síðan 1972, og tók hon við sum leiðari 1. august 1988. Hon var gift við Edvin Weihe, bilførara, sum doyði í 1994, 66 ára gamal. Tey fingu sonin Jóan Paula, sum býr í Sørvági.
Annelena Vest Niclasen, f. Joensen, sum nú hevur tikið við sum leiðari, er 35 ára gomul og er úr Hvalvík, hon arbeiddi á posthúsinum í Havn frá 1987-95, tá hon flutti til Sørvágs at búgva. Síðan hevur hon avloyst nógv á posthúsinum í Sørvági. Hon er gift við Jørgen Niclasen, løgtingsmanni og fyrrverandi landsstýrismanni. Tey eiga trý børn, Lindu, Ásvør og Julian.