P. A. Restorff var ein av teimum gomlu handlunum í Havn, sum hevur verið í sama stað síðan 1920. Hóast handlar í hópatali eru afturlatnir í Havn, hevur hesin tó hildið tørn, tó seinnu árini við øðrum eigarum enn teimum hjá Restorff.
Nú er so Restorffnavnið farið í søguna viðvíkjandi hesum handli, men eitt kent handilsnavn tekur við, nevniliga PE.
PE-navnið er ein avleggari av PW, sum stóð fyri Petur Weihe í Søldarfirði. Hetta er ein ætt, sum hevur rikið handil í ikki færri enn sjey ættarlið, og kann stutt sigast um tey.
1. Andreas Djurhuus (1800-1865):
Løgtingsmaður, keypmaður, kongs- og óðalsbóndi í Niðristovu, heimi á Bø á Selatrað.
Andreas sat á Løgtingi 1854-59 og var sostatt ein av teimum 16 fólkavaldu, sum var við til at fáa Hin Kongaliga Einahandilin avtiknan við gildi frá 01.01.1856.
Góðar 7 vikur aftaná, nevniliga hin 22.02.1856, fekk Andreas bóndi Djurhuus handilsloyvi á Selatrað.
2. Lassin Weihe (1845-1924):
Løgtingsmaður, keypmaður, kongs- og óðalsbóndi í Niðristovu, heimi á Bø, á Selatrað - giftur við dóttir undanmannin, Andreas bónda Djurhuus.
Handilsloyvið er dagfest 19.03.1877. Um tað leitið bygdi Lassin sær nýggjan handil í Dungansvík á Selatrað. Handilin vaks skjótt; og her var tey árini fiskahandil, timburhandil og annar handil.
Lassin var umrøddur í seinasta part av røðini Hendur ið Sleptu. Hann var systkinabarn Niels Holm, sum búði hjá honum sum ungur.
3. Hans Petur Weihe (1868-1953):
Løgtingsmaður, keypmaður og reiðari í Søldarfirði og eitt skifti kongsbóndi á Niðristovugarði á Selatrað. Hans Petur var sonur Lassin bónda á Selatrað og flutti til Søldarfjarðar.
Handilsloyvið er dagfest 28.09.1897. Hans Petur hevði fjølbroytt handilsvirki, reiðaravirki, fiskavirking, timburhandil og vanligan handil á Sandinum í Søldarfirði - við úthandlum í Lamba, á Glyvrum, á Skála og við Norðskála. Hans Petur var reiðari á ”Pilot” og á ”Bjørn Ólafsson”. Hann stóð fyri handilsvirkinum í góð 28 ár.
4. Petur Weihe (1897-1967):
Keypmaður á Sandinum í Søldarfirði - við úthandlum í Lamba, á Skála og við Gøtugjógv. Petur Weihe (yngri Weya) var sonur Hans Petur Weihe (gamla Weya).
Petur yvirtók handilsvirkið aftaná pápan frá 01.01.1925. Í 1932 bygdi Petur Turkihúsið. Petur hevði eisini kafé og bilar til persónsflutning og lastbilakoyring. Hann stóð fyri handilsvirkinum í 34 ár.
5. Hans Erik Djurhuus (f. 1928) og Hans Alberg Weihe, sonur Peter Weihe, (1937-1991):
Hans Erik, sum giftist við Klaru, dóttir Petur Weihe, og Hans Alberg, giftur við Oddfríðu f. Hansen úr Norðragøtu, tóku við í 1959 og róku handilsvirkið í eini 35 ár. Herumframt áttu teir skipið ”Havørnina”. Hetta virksemi lat aftur í 1994. Oddfríða og Hans Alberg doyðu bæði í bestu árum.
Sætta og sjeynda ættarlið taka við
Nú er tað Petur Eirik Djurhuus, sonur Klaru og Hans Erik, sum rættuliga hevur gjørt um seg. Sjeynda ættarliðið er so synirnir hjá honum Bárður, Hallur og Hans Jørgen, sum eisini eru við í fyritøkuni.
Petur Eirik byrjaði sín fyrsta handil í 1983 í Stoffalág í Havn. Hetta var undir navninum PW. Hetta kom tó ov nógv í bland við sama handilsnavn í Søldarfirði. Navnið verður so broytt til PE. Hetta gekk hampiliga væl, og i 2003 kom PE handilin á Argjum. Nú fór at ganga slag í slag. Í 2004 gjørdist handilin i Norðragøtu ein PE handil, í 2005 kemur PE á Skála, og í 2006 fóru teir heilt vestur til Sørvágs, har tað eisini er ein PE handil.
Nú er Petur Eirik so farin oman í sjálvan miðbýin í Havn. Hetta gera tey sjálvsagt, tí tey trúgva uppá tað. Men hetta er ein spennandi avbjóðing. Her býr nógv fólk, og her er nógv ferðsla. Men hetta er eingin forðing fyri at fara til handils í PE, tí tað er bert eitt hanagleiv oman á Skálatrøð við øllum hennara parkeringsmøguleikum.
Tað er ein fyrimunur at hava fleiri handlar undir einum hatti, tí tá er tað sera nógv, sum kann verða samskipað betri. Afturat hesum eru tey við í Samkeypketuni við 24 handlum, sum eisini gevur møguleika fyri samskipaðum og harvið bíligum innkeypi. Tað ræður eisini um, at hyllarnar verða altíð væl uppfyltar, so kundin ikki skal uppliva, at vørur eru útseldar.
Hetta skal vera ein fjølbroyttur handil fyri allar aldursbólkar, frá blæðum og barnamati til tey smæstu og til alt annað fyri tey, sum eldri eru. Dentur verður lagdur á feskan døgurðamat, frukt, grønmeti og bakstur til kappingarførar prísir. À vøruprísunum er annars nógv trýst fyri tíðina. Petur Eirik hevur ikki upplivað slíkan prísvøkstur í mong ár sum júst nú. Hetta kemur í hvussu er at herða kappingina.
Ætlanin er at hava opið kl. 7-23, tó leygardag frá kl. 9. Hinvegin verður stongt sunnudag. Tað leggur ov nógv trýst á starvsfólkið at skulla arbeiða sunnudag.
Stjórin er 19 ár og ein knassi
Leiðari í handlinum verður tann bert 19 ára gamli Bjørgfinn Heinesen, sonur Sólfríð og Ingolf, úr Norðragøtu. Hóast sín unga aldur er hann royndur á økinum. Hann var bert 13 ár, tá ið hann byrjaði at hjálpa til í tí handlinum í Norðragøtu, sum seinni gjørdist PE-handilin har.
Hann hevur roynst væl, tí hann var bert 17 ár, tá ið hann fekk boðið leiðarastarv í PE-handlinum á Skála. Tá var hann ov ungur at hava koyrikort, so hann mátti taka bussin til arbeiðis. Á Skála hevur Bjørgfinn eisini roynst væl, og nú er hann saman við Petur Eirik um nýggja handilin í Havn
Her hevur verið rættulig rokan seinastu dagarnar at fáa alt klárt. Bjørgfinn fær eisini stuðul frá síni famlju, og hon hevur øll verið við í hesum rokanum, so alt kann opna til tíðina. Familja er heldur ikki so litil. Tey ery sjey systkin + makar hjá teimum flestu.
Í handlinum kemur Bjørgfinn at starvast fulla tíð saman við einum lærlingi. Teir eru nærum javngamlir. Veruliga er Bjørgfinn enn lærlingur á pappírinum, tí hann fær ikki síni pappír fyrr enn í august. Tað verða so tríggjar konur, sum koma at arbeiða fast parttíð. Afturat hesum verða skúlanæmingar, sum koma at arbeiða, so sum tørvurin verður.
Opningsdagin verður sjálvsagt gjørt nakað nógv burtur úr. Uttanfyri verður ein pylsuvognur, har tað fer at bera til at fáa ókeypis pylsur og sodavatn. Bæði hendan dagin og seinni verða eisini góð tilboð.
Nú so nógv verður tosað um ein deyðan og doyggjandi miðbý, er tað hugaligt, at tað eru tey, sum vilja halda lív í býnum. Tí ræður eisini um, at fólkið, sum býr í miðbýnum, saman við øðrum eisini stuðla einum slíkum handli.