Nýggjur parkeringsansari

1. februar 2007 tók Turid Skinderholm í Hoyvík við sum parkeringsansari í Tórshavnar kommunu.

Turid er úr Havn og er útbúgvin kondittari. Hon arbeiddi í køkinum á Studenarskúlanum í Hoydølum, áðrenn hon tók við sum parkeringsansari.
 
Turid arbeiðir saman við Thordi Thorsteinsson og Anniku Fay Joensen. Tey trý hava eftirlit við parkeringini í allari kommununi, heilt frá Norðasta Horni til Kollafjarðar. Í hesum sambandi hava tey ein bil, sum er keyptur til endamálið.