Per Starklint hevur tikið við sum nýggjur ovasti fyri Færøernes Kommando Nýútnevndi ovastin fyri Færøernes Kommando má sigast at kenna Norðuratlantshavið sera væl. Hann hevur siglt um hesar leiðir síðani 1975, og hevur verið skipari á fleiri av donsku vaktarskipunum, so sum Vædderen, Theitis og Triton.
Seinastu tíðina hevur hann verið skipari á Absalon.
Per Starklint sigur við heimasíðuna Forsvarsnettet, at hann ætlar sær at læra føroyska málið bæði til at lesa og tosa.
Per Starklint tók formliga við starvinum sum ovasti fyri Færøernes Kommando seinasta leygardag.