Nýggjur Opel Corsa

Opel eru komnir á marknaðin við einum heilt nýggjum Corsa. Bilurin hevur smart design og minnir á ongan hátt um forgangarin. Nýggi Corsa fæst bæði við bensin- og dieselmotori


Heimspremiera av nýggja Opel Corsa varð á The British International Motor Show í London í juli. Hesin nýggi er fjórða generatión av Corsa, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1982, og næstan 10 milliónir bilar eru seldir síðan tá. 
 
Talan er um ein heilt nýggjan bil, sum eisini er størri enn forgangarin, 17 cm longri, 6 cm breiðari og 5 cm hægri. Corsa fæst eins og áður við bæði trimum og fimm hurðum.
 
Corsa er væl innrættaður og rúmligur. Kabinan er merkt av gjøgnumførdum kvaliteti og koyrieginleikarnir eru millum teir bestu í klassanum.
 
Tríggir bensin- og tríggir dieselmotorar verða at velja ímillum. Bensinimotorarnir: 1.0 litur við 60 hk, 1.2 litur við 80 hk og 1.4 litur við 90 hk. Dieselútgávurnar: Tveir 1,25 litur við ávikavist 75 og 90 hk og ein 1,7 litur við 125 hk.
 
Nýggi Corsa fæst við nógvari ymiskari framkomnari elektroniskari útgerð sum t.d. radio og fløguspælara við MP3-spælara, fartelefon við Bluetooth sambandi og elektroniskum dekktrýstmátara. Eisini fæst panorama sóltak sum eykaútgerð. Veljast kann millum útgávurnar: Essentia, Limited+ og Silverline.
 
Frá P/F Auto Service verður sagt, at teir vænta sær nógv av nýggja Corsa, sum er í eini sera populerari stødd. Bilarnir eru á goymslu og kunnu síggjast og roynast. Prísirnir byrja við kr. 139.900.