Nýggjur og størri Skoda Octava

Octavia, ið var fyrsti nýggi Skoda eftir at VW konsernin yvirtók kekkisku bilverksmiðjuna, er nú komin í aðru generatión. Bilurin er størri og rúmligari enn forgangarin, ið kom á marknaðin í 1996

Skoda Octavia er bilurin, ið broytti umdømið hjá Skoda. Eftir umleið tíggju árum telist Skoda nú millum bæði firma og stjórabilar sum t.d. tann størri Skoda Suberb, ið er ein stórur luksusbilur.

Hóast nýggi Octavia líkist nógv forgangaranum, er talan um ein størri og rúmligari bil, sum tó er gjørdur eftir sama konsepti. Bilurin er bæði longri og breiðari við størri aksilfrástøðu.

Eins og forgangarin sær hesin út sum ein vanligur sedan, men við stórari baklúku sum ein liftback. Viðførisrúmið er vaksið frá 528 til 560 litrar.

Koyrieginleikarnir eru góðir og elektromekaniska servostýringin og fjaðraskipanin eru við til at gera bilin sera stúttan eitt nú í svingum.

Ambiente og Elegance

Tveir bensin og tveir dieselmotorar eru at velja ímillum, bensinmotorarnir eru: 1,6 litur við 102 hk, og 1,6 litur FSI við 115 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,9 TDI við 105 hk og 2,0 TDI við 140 hk.

Octavia fæst í útgávunum Ambiente og Elegance. So gott sum øll trygdarútgerðin er standard sum t.d. 6 airbag, antispinn, bremsuassistentur, ESP, el-síðuspegl v.hita, el-síðurútar, ferðpilotur og hiti í forsetrunum. Bilurin fæst við nógvari eykaútgerð, sum kann bestillast eftir egnum ynski.

Bilurin fær sera góð ummælir frá motorjournalistum. Danska bilblaðið "Nyt om biler" hevur kosið Octavia "Bedste Firmabil". FDM limablaðið Motor sigur um Octavia "Vi gik bilen igennem på et FDM testcenter og kunne konstantere, at den forebyggende rustbeskyttelse er blandt de bedte, vi har set"

Skoda Octavia fæst eisini sum Combi (stationcar). Bíligasti Octavia kostar kr. 225.750,-


Skoda Octavia 1,6 Ambiente

Motorurin1,6 litur 4 syl. bensin 102 hk

0-100 km/t12,3 sek

Bensinnýtsla13,9 km/l

Dekkstødd195/65-15

Stødd og vekt
Longd457,2 cm
Breidd176,9 cm
Hædd146,2 cm
Eginvekt1.255 kg
Viðførisrúm560 litrar

Prísurkr. 225.750,-

SøluumboðNorðbil
Oyggjarvegur
FO-110 Tórshavn
Tel. 313707
www.nordbil.fo