Opel koma í sera harða kapping við nýggja Astra, sum skal kappast í sokallaða Golf-klassanum, har fleiri av kappingarneytunum júst eru komnir á marknaðin við nýggjum modellum.
Nógv er gjørt burtur úr útsjóndini, smart design við lyktum í nýggjasta móta.
Teir sum hava royndarkoyrt nýggja Astra geva honum sera góð viðmælir. Bilurin er størri enn forgangarin og er sum ein stórur bilur at sita í og koyra. Nógv er gjørt burtur úr komfortinum, setrini eru góð og stútt og alt virkar ergonomiskt rætt.
Innan er einki sum minnir um forgangaran. Alt tilfarið er í góðum kvaliteti og líkist nógv tí størra Opel Vectra. Í miðjuni á instrumentborðinum er ein lutfalsliga stórur skíggi, har man t.d. sær hvussu radio er stilla, hitan uttan fyri og evt. feilmeldingar. Skíggin er standard á øllum modellunum. Radio verður stillað í rattinum.
Koyrieginleikarnir eru soleiðis, sum man kann vænta av einum nýggjum framkomnum bili í hesum klassanum - heilt í topp.
Í fyrstu atløgu kemur Astra við tveimum motorstøddum: 1,4 litur Twinsport við 90 hk og 1,6 litur Twinsport við 105 hk. Seinni í ár koma aðrar útgávur sum t.d. ein 2,0 litur bensinmotorur við turbo og tveir 1,7 litur CTDI dieselmotorar við ávikavist 80 og 100 hk.
Útgerðin er sera umfatandi við t.d. aircondition sum standard, seks airbag, ABS bremsuskipan við EBD og bremsuassistenti. Eisini fæst Astra við nógvari eykaútgerð sum t.d. navigatiónsskipan, sportsundirvogni, og Xenon forlyktum, sum snara við tá bilførarin snarar rattinum.
Opel Astra 1,6 16V
Motorurin1,6 litur 4 syl. bensin 105 hk
0-100 km/t12,3 sek
Bensinnýtsla15,2 km/l
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd425,0 cm
Breidd 175,0 cm
Hædd146,0 cm
Viðførisrúm350 litrar
Prísurkr.
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-100 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo