Nýggjur og smartur Fiesta

Ford Fiesta í nýggjastu útgávu er komin til landið. Talan er um ein spildurnýggjum bil, sum er smartur og væl koyrandi í allar mátar. Fiesta hava verið gjørdir síðan 1976, og hesin nýggi er sjeynda generatión.

Nýggi Ford Fiesta hevði heimspremieru á Genéve Motor Show í 2008. Bilurin líkist konseptbilinum Ford Verve, og designið kallast "Kinetic Design", sum merkir ”energi sum flytur seg”. Designstílurin er tann sami sum á t.d. Mondeo og Focus.


Hóast nýggi Fiesta er størri enn forgangarin, er hesin lættari og meira ljóðleysur. Kabinan er flott og í nýggjasta stíli við modernaðum litum. Viðførisrúmið er 295 litrar, og við at leggja baksetrini niður verður vørurúmið heilar 979 litrar.


Nýggi Fiesta er ein smartur hatcback, sum fæst við bæði trimum og fimm hurðum. Koyrieginleikarnir eru góðir, og Fiesta kennist sum ein størri bilur at koyra, bæði hvat komforti og trygd viðvíkur.


Fiesta fæst við fleiri ymiskum bensin- og dieselmotorum. Tveir 1.25 litra bensinmotorar við ávikavist 60 og 82 hk, 1,4 litra við 96 hk og 1,6 litra við 120 hk, og tveimum 1,4 og 1,6 litra TDCi dieselmotorum við ávikavist 68 og 90 hk.


Fiesta fæst eisini við eini 1.6 litra TDCi ECOnetic útgávu, ið er tann mest økonomiski Ford, sum nakrantíð er gjørdur við CO2 útláti upp á einans 98 g/km.


Nýggi Ford Fiesta kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel í Akranesgøtu. Prísirnir byrja við kr. 153.800.