Nýggi handilin "2x3" var nógv vitjaður leygardagin, langar bíðirøðir vóru við kassarnar, og fólk sýndu handlinum stóran áhuga.
Handilshølini eru rúmlig og innbjóðandi við stórum og fjølbroyttum vøruúrvali.
Gólvvíddin er umleið 2000 fermetrar pluss eitt 800 fermetra stórt innigyrt øki til plantur, kantsteinar og annað, ið kann standa úti.
Í handlinum eru øll vanlig amboð og maskinur, besløg og skrúvur, ein stór urtagarðsdeild við livandi plantum, runnum og trøum, stórt úrval av lampum, máling og brenniovnum,
ítrivsdeildin"Panduru Hobby", og sum nakað nýtt er eitt stórt øki við gávu- og prýðislutum til heimið.
"Krókurin " er ein nýggj café, har fyrrapart á degi eru morgunbreyð á skránni og á middegi, og út á seinnapartin er møguleiki at keypa sær ein lættan bita.
Navnið "2x3" kom fram av eini navnakapping millum starvsfólkini. Stillingar (sum verða nýttir sum veggjastólpar ella sum lektir undir takplátum) er ein tann mest selda vøran hjá einum timburhandli. Tá handverkarar keypa stillingar, nýta teir bert fakorð sum t.d. 2x3 ella 2x4.
Bygningurin, sum" 2x3" húsast í, varð bygdur í 1986 til amboðsdeild og byggimarknað hjá Havnar Timburhandli, men tá høvuðsbygningurin hjá HT brendi í grund í 1987, varð alt virksemi flutt í hendan bygningin, síðan komu kreppuárini í 90-unum.
So ikki fyrr enn nú verður bygningurin nýttur til tað, sum hann upprunaliga varð bygdur til, sigur Heini Fossá, stjóri.