Nýggjur Office-pakki klárur

Upprunaliga segði Microsoft, at nýggi Office-pakkin frá fyritøkuni skuldi vera tøkur í mai mánaði í 2005. Seinkingarnar hava tó verið nógvar, men nú verður sagt, at 30. novembur er dagurin, tá vinnukundar kunnu ogna sær nýggju útgávurnar. Ein minni útgáva verður tøk hjá privat-kundum seinast í januar mánaði. Ein av trupulleikunum við Office-pakkanum hevur verið stríð millum Adobe og Microsoft. Hetta hevur havt við sær, at tað ikki uttan víðari fer at bera til at eksportera PDF-fílur úr nýggja Office-pakkanum. Men við at taka serligt forrit niður frá Adobe, kann hetta kortini gerast.