Müllers Pakkhúsi í Havn var hósdagin karmur um eina móttøku í sambandi við at Tórshavnar Musikkskúli hevur ætlanir um at byggja nýggjan skúla. Sangur og tónleikaframførslur vóru eisini á skránni.
Sunleif Rasmussen, formaður í Musikklærarafelag Føroya, greiddi frá um verkætlanina ið fær stóran týdning fyri framtíðina hjá skúlanum, sum hevur ein bíðilista upp á langt yvir túsund næmingar. Eingin ivi er um at Musikkskúlanum í Havn tørvar betri hølisviðurskiftir.
Í 2005 varð eitt álit um nýggjan skúla gjørt av Musikklærarafelag Føroya í samstarvi við Tórshavnar býráð. Síðan hevur Musikklærarafelagið tikið stig til skitsuuppskotið, sum varð lagt fram hósdagin.
Nýggi skúlin verður eftir ætlan bygdur á Lützenstrøð, við Gripsveg og Essalág tætt við Eysturskúlan.
Eyðun Eliasen frá MAP-arkitektum, sum hava gjørt skitsu-uppskot, greiddi frá um bygningin, sum eftir ætlan verður 2500 fermetrar til víddar, har meginparturin er í tveimum hæddum. Økið uttan um er stórt við góðum parkeringsmøguleikum.
Økið er lagt av til m.a. skúlabygging, og skúlin verður eisini tætt við Eysturskúlan.
Ein nevnd sum er sett saman av foreldrum at børnum sum ganga í Musikkskúlanum, og umboðum frá Musikklærarafelagnum og býráðnum, kemur at arbeiða víðari við verkætlanini.
At enda varð viðurkenning felagsins latin Ólavi Hátún fyri sítt slóðbrótandi arbeiði fyri Musikkskúlan og tónleikalívið sum heild. Ólavur hevur verið ein sonn drívmegi, segði Sunleif Rasmussen, formaður í Musikklærarafelag Føroya.
Í løtuni eru 1600 næmingar á bíðilista til Musikkskúlan í Havn og 742 næmingar ganga á skúlanum.