Tað var Jóannes Purkhús, sóknarprestur, ið vígdi messuakulin undir gudstænastuni sunnudagin. Hann sigur soleiðis á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.
– Talan var um familjugudstænastu, og tí var gudstænastan eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Lættari sálmar og sangir vórðu sungnir, eins og prædikan var barnavinarlig og millum annað tók støði í messuaklinum. Sangbólkurin “Kór reiðmanna” úr Havn setti sín dám á løtuna við góðari sangframførslu, har endað varð við vakra sanginum “Nú nemur náttin við smærur” eftir viðingin Christian Matras. Í hesum sambandi kann til stuttleika verða nevnt, at blómubløðini á bordanum á messuaklinum eru av júst smæruni, sigur sóknarpresturin.
Snorri Brend, urguleikari í kirkjuni, sang nakrar lættari sangir saman við børnunum. Deknur henda dagin var Ann Kirstin Absalonsen, og klokkari var Henry Sjóstein. Harumframt var eisini altargongd.
– Motivið á messuaklinum er ein sirkul við einum krossi og fýra fronskum liljum. Sirkulin ímyndar hitt æviga og guddómliga – tað himmalska. Krossurin ímyndar Jesu deyða langafríggjadag, og franska liljan, ið hevur trý bløð, ímyndar hin tríeiniga Gud – Faðir, Son og Anda. Hin grøni messuakulin verður nýttur í tríendartíðini, ið er drúgvasta tíðin í kirkjuárinum, og ímyndar hann lív, vón og vøkstur, sigur Jóannes Purkhús.
Paulina Eliasen hevur áður gjørt viólbláan messuakul til Viðareiðis kirkju, og hetta er tí næsti messuakul, hon ger til kirkjuna. Kirkjuráðið setti sær fyri nøkrum árum síðan sum mál at ogna kirkjuni messuaklar í øllum liturgisku litunum. Kirkjan átti tá bert hin reyða messuakulin, men nú eru hin viólblái og hin grøni komnir afturat. Nú vantar so bara hin hvíti (gylti) í, og eftir ætlan verður hann klárur at taka í nýtslu páskadag 2022. Eisini henda fer Paulina Eliasen at gera til kirkjuna.
– Tað er okkara bøn, at nýggi messuakulin fer at vera kirkjufólkinum á Viðareiði til gleði og signingar, at hann fer at vera við til at seta sín dám og sínar litir á kirkjulívið. Tað hevur týdning, at vit í kirkjuni geva rúmd fyri tí, ið er vakurt, og lata tað vera ein sjálvsagdan part av kirkjulívinum, sigur Jóannes Purkhús.