Nýggjur Mazda bygningur í Hoyvík

Arbeiðið við at grava út og planera fyri nýggja Mazda-bygninginum hjá Bilasøluni í Hoyvík er liðugt, og í september verður klárt at flyta inn, siga stjórarnir Øssur Johannesen og Schumann Hjaltalin

Bilasølan í Hoyvík, sum í mong ár hevur umboða bilmerkini VW, Audi og Seat, ið hoyra til VW-konsernina, fekk í fjør eisini umboð fyri japansku Mazda bilarnar. Í hesum sambandi verður ein sjálvstøðugur bygningur bygdur til hetta bilmerki.

Stjórarnir á Bilasøluni, Øssur Johannesen og Schumann Hjaltalin, siga, at talan verður um ein sølu- og framsýningarbygning upp á 270 fermetrar í einari hædd
við plássi til 8 bilar. Eisini skulu nýggir bilar klárgerast í bygninginum.

Tað kemur at lætta væl um í dagliga arbeiðinum, at bilarnir hjá VW-konsernini og Mazda verða seldir í hvør sínum framsýningarhølum. Bygningurin verður klárur at taka í brúk í september. Hetta er um somu tíð, sum Mazda5 kemur á marknaðin, og væntandi verður nógv gjørt burtur úr tá, siga Øssur Johannesen og Schumann Hjaltalin.