Nýggjur maður í Víkinga álopinum

Tað verður meiri broddur í við Løkin, enn tað higartil í ár hevur verið hjá víkingunum

Fyri tveimum mánaðum síðani, sunnudagin 17. apríl,  vann Víkingur 3-1 á NSÍ við Løkin í Runavík. Ta ferðina vóru tað Gert Hansen, Hans Pauli Samuelsen og Sølvi Vatnhamar, sum skoraði Víkinga málinum, eftir at Árni Frederiksberg hevði lagt NSÍ framum.

 

Í dag er nýggjur maður í fremstu Víkinga ódnini. Talan er um Finn Justinussen. Hann hevur síðstu vikuna vant í Sarpugerði, eftir at hann higartil í ár hevur spælt við Fremad Amager, sum fyri stuttum tryggjaði sær uppflyting í næstbestu deildina.

 

Flytingarvindeygað læt upp mikudagin 15. juni, og í dag er Finnur Justinussen í Víkinga hópinum, sum fyrireika seg til avbjóðingina við Løkin, har fyrsta bríkslið verður klokkan 18.30.

-Philip Djordjevic hevur verið óførur, men fremsta plássið er ikki tað, sum hann er bestur til. Tí eru vit fegnir um, at Finnur Justinussen nú er tøkur, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi.