Í gjár keypti Manchester City spanska vongin, Ferran Torres, frá Valencia, og í dag hevur felagið keypt Nathan Ake frá niðurflutta AFC Bournemouth. Prísurin fyri hollendska miðverjan er áleið 330 milliónir krónur.
Nathan Ake er 25 ára gamal og hevur spælt í miðverjuni hjá AFC Bournemouth seinnu árini. Hann spældi frammanundan við Chelsea, men fekk lítið av spælitíð. Hann bleiv tí útleigaður til AFC Bournemouth, sum seinni keypti hann.
Manchester City hevur brúkt ein ørgrynnu av pengum upp á verjuspælarar seinnu árini. Tað hevur ikki spælt so væl av, tí mangan hevur verjuparturin verið veikleikin. Nú gera teir eina roynd afturat at tetta holini í verjuni við milliónum.
Manchester City bleiv í ár nummar tvey í Premier League, men lopið upp til nummar eitt var heili 18 stig. Manchester City hevur hinvegin góð kort á hondini í Champions League, har liðið er á odda 2-1 undan returdystinum móti Real Madrid í næstum. Stóra málið hjá Manchester City er at vinna Champions League.
##med2##












