Nýggjur møblahandil á Argjum

Fyrr í vikuni lat upp nýggjur møblahandil á Argjum. Talan er um góðskumøblar, sum ikki verða innfluttir í stórum nøgdum

Nú er aftur lív í handilshølunum við Argjavegin 36.

Fyri nógvum árum síðani var ein matvøruhandil í hesum hølum, men hann lat aftur og hølini hava staðið tóm síðani tá.

Men seinastu tíðina hevur aftur verið lív í bygninginum. Fólk hava stákast og riggað til, og fyrr í vikuni upprann so dagurin, at Eikin, sum handilin eitur lat upp.

Eikin er ein møblahandil, men ikki ein av teimum »vanligu«. Her fært tú ikki keypt »massamøblar«, men tú fært slitsterkar møblar, sum eru ætlaðir at halda fyri lívstíð.

Eigararnir av Eikini siga, at tað sum er sermerkt fyri teirra handilshátt er, at tey ætla sær ikki at innflyta nógv av hvørjum slag.

? Møblarnir koma samansettir til landið og eru tí rættiliga kostnaðarmiklir at flyta. Hetta ger samstundis at vit bert hava tað á goymslu, sum stendur í handlinum.

Eigararnir siga samstundis, at tað gevur keyparunum eina trygd fyri, at møblar, sum keyptir eru í Eikini, neyvan verða at síggja í mongum øðrum húsum í Føroyum.


Leggja dent

á góðskuna

Eigararnir av Eikini siga, at tey hava avgjørt at leggja dent á góðskuna.

Møblarnir, sum seldir verða í Eikini, eru allir hondgjørdir.

Teir verða framleiddir á smáum verkstøðum í Onglandi og hesir framleiðararnir leggja stóran dent á, at tað, sum av verksmiðjuni fer er í lagið.

Leðrið, sum verður brúkt, er eisini hondgjørt. Tað verður viðgjørt upp til átta ferðir áðrenn tað verður brúkt í framleiðsluni.


Stórur áhugi fyri

møblum í Føroyum

Eigarnir hava góðar vónir til at handilin fer at mala runt.

? Tað er sera stórur áhugi fyri møblum í Føroyum og tað kemst allarhelst av, at veðrið er ikki serliga gott, og tí royna vit at skapa okkum eitt gott og hugnaligt inniumhvørvi, siga eigararnir av nýggja handlinum Eikini