Nýggjur ljóðbókalisti frá Býarbókasavninum


 

Býarbókasavnið hevur givið út ein ljóðbókalista á 146 síður, ið er eitt yvirlit yvir allar ljóðbøkur, ið eru til taks á bókasavninum. Býarbókasavni hevur føroyskar og danskar ljóðbøkur innan nærum allar skaldskapargreinir, bæði fyri børn og vaksin. Ein samandráttur er undir hvørjari bók, ið sigur eitt sindur, hvat hon er um.

Ljóðbøkur verða útlæntar kring alt landið. Listin fæst við at venda sær til Býarbókasavnið á telefon 31 36 26 ella við at skriva til Býarbókasavnið, boks 358, 110 Tórshavn.