Nýggjur listi í Vága kommunu

Ein nýggjur listi stillar upp til kommunuvalið í Vága kommunu.

Vága kommuna fevnir um bygdirnar Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar.

 

Tey hava fingið 15 fólk á listan, sum er tað mest loyvda á listanum í Vága kommunu.

 

Heðin Poulsen, ið er ein av teimum uppstillaðu, sigur, at tað er ikki vegna ónøgd, at tey stilla upp.

 

- Vit hugsa, at tað er gott við nýggjum fólki í kommununi. Eingin hevur verið í politikki fyrr, øll eru óheft í tann mun. Tað er ikki tí vit eru ógvuliga ónøgd ella nakað soleiðis, hóast tað altíð eru økir, sum kunnu betrast, sigur Heðin Poulsen.

 

Tey hava lagt seg eftir at hava allar bygdirnar í kommununi umboðaðar.