Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út nýggja lesivenjingarbók, Vár
Tað er Sólrún Michelsen, sum hevur skrivað, og Astrid MacDonald hevur teknað.
Hetta er onnur bókin í eini røð av ískoytislesibókum. Tann fyrsta bókin, Morgun, kom út í fjør. Tað serliga við hesum bókunum er, at tær eru prentaðar í tveimum ymiskum útgávum. Onnur løtt lisin við einari fjøður á permuni til næmingar, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin miðal løtt við tveimum fjaðrum á permuni til teir næmingar, ið hava lætt við at lesa.
Vár er 26 blaðsíður til støddar og kastar 42 kr. Bókin fæst í sølubúðum kring landið. Hestprent hevur prentað og bundið inn.










