TB
Fyri fjórðings øld síðani taldist hann sjálvur millum kempurnar á TB-liðnum, sum tá var partur av avgjørda oddinum í føroyskum mansfótbólti. Men hóast veruleikin í dag er nakað kaldari í so máta, so er núverandi borgarstjórin á Tvøroyri ikki í íva um týdningin, sum spælið við leðurkúluna framvegis hevur fyri býin.
- TB hevur framvegis sera nógv at siga fyri Tvøroyri. Úrslitini hava ikki altíð verið eins góð, men tað merkir ikki, at fólk eru vorðin líkasæl um felagið, staðfestir hann alt fyri eitt.
- Tvørturímóti, so haldi eg, at tað framvegis er so, at fólk eru errin av TB. Talan er um elsta fótbóltsfelag í landinum. Og vist nokk tað fjórða- ella fimtaelsta í kongaríkinum. Lítir tú at søgunum hjá hinum ítróttarfeløgunum í landinum, so ber onkursvegna til at siga, at allur føroyskur ítróttur er sprottin av Tvøroyri, og tað er sanniliga nakað, sum vit eru errin av, staðfestir Kristin Michelsen.
Neyðugt við
nýggjum vølli
Og verður tosað um núverandi leiklut hansara sum borgarstjóri, so er heldur einki at ivast í, at tað verður meint í álvara, tá sagt verður, at tvørafólk standa saman um felagið. Eisini, tá um ræður kommunal viðurskifti.
- Eg haldi í øllum førum, at tann, sum sigur, at kommuna ikki altíð hevur raðfest fótbóltin ovarliga, lýgur. Sjálvandi kunnu vit ikki reka nakað felag, men vit kunnu skapa karmarnar, og tað hava vit alla tíðina roynt at laga okkum eftir.
Eitt nú varð í fjør tos frammi um at gera eitt oyggjastadion fyri Suðuroynna. Eru tað ætlanir, sum framvegis eru aktuellar?
- Tað er soleiðis, at nýggju UEFA krøvini, sum FSF er noytt at ganga undir, seta ávísar treytir til kringstøðurnar hjá ymsu feløgunum. Her hevur TB fingið ein trupulleika, tí vøllurin við Sevmýru er ov smalur. Til hetta kappingarárið hevur felagið tó fingið loyvi at brúka vøllin, men so skal hetta vera fingið í rættlag.
- Á verandi øki er ikki møguleiki at breiðka vøllin, og tí eru vit farin at tosa um nýggjan vøll. Sjálvandi kundu vit bara roynt at gjørt hetta sjálvir, men skal tosast um eitt veruligt stadion við teimum umstøðum, sum eitt slíkt skal hava, so gerst talan um stóra íløgu. Og tí hava vit hildið, at tað er rætt at fáa alla oynna við.
- Ikki minst tí ein leikvøllur eisini er tungur í rakstri. Feløgini nýta sum er stórar upphæddir bara fyri at hava eitt sterkt fyrstalið, so mín meining er, at tey eisini mugu hyggja frameftir, staðfestir borgarstjórin.
Enn eru so ikki nøkur heilt ítøkilig stig tikin í hesum sambandi, men ein bólkur er so settur at arbeiða víðari við ætlanini, og í næstum fer hesin so at tosa við ymsu feløgini og kommunurnar, har tey eru heimahoyrandi.
Vónir um betri tíðir
Tá prátið fellur aftur á fótbóltin og kappingarárið, sum nú stendur fyri framman, er Kristin skjótur at ásanna, at vónirnar ikki røkka upp á tindarnar, har heiðurskrónur verða býttar út. Í øllum førum ikki enn.
- Sum er, so má felagið bara stríðast fyri at halda sessinum í deildini, og tað vóni eg so eisini fer at eydnast.
- Stóri trupulleikin hjá okkum hevur verið, at heilir árgangir av leikarum hvurvu í kreppuárunum. Hyggur tú at, hvussu liðið hevur verið samansett, so hevur talan aloftast verið um handverkarar og handverkslærlingar, og nógvir av hesum rýmdu undan kreppuni. Í dag er støðan so eisini blivin so, at er talan um ein evnaríkan leikara, so er skjótt, at miðstaðarfeløgini dyrgja eftir honum við pengum, íbúð og arbeiði, og tá er trupult at kappast, heldur hann.
Men kanska eru vit við at finna á beint aftur. Í yngru deildunum eru nakrir góðir árgangir ávegis, og so er tað eisini so, at fótbólturin og kappróðurin ofta hava fylgst upp og niður gjøgnum árini. Her hevur kappróðurin seinastu tíðina havt góðan byrð, so hvør veit, um tað nú ikki eisini fer at ganga framá hjá fótbóltinnum, sigur borgarstjórin, áðrenn hann at enda staðfestir, at hann aftur í ár fer at teljast millum trúføstu áskoðararnar við Sevmýru.
- Tað plagar mann jú at gera. Vit mugu jú royna at bakka menninar upp, sigur hann at enda.