Nýggjur leiðari við nógvum royndum

39 ára gamla Margrethe Vestager hevur í dag tikið við sum formaður í Radikala Vinstra. Tað hevur verið greitt í fleiri ár, at Margrethe Vestager skuldi taka við eftir Marianne Jelved sum formaður í Radikala Vinstra, og í dag hendi tað so.

Nýggi floksformaðurin er 39 ára gomul og útbúgvin samfelagsfrøðingur. Hon kom upp í politikk tíðliga og bleiv longu sum 25 ára gomul landsformaður hjá teimum radikalu. Hon hevur arbeitt í fíggjarmálaráðnum og var skrivari í búskaparstýrinum, til hon bleiv skúla- og kirkjumálaráðharri í 1998 sum tann yngsti danski ráðharrin nakrantíð.

Sum fólkatingslimur hevur Margrethe Vestager verið framsøgufólk floksins í skúlamálum og næstformaður í tingbólkinum.