Nýggjur leiðari í Runavík

Marjun Niclasen tekur fyrsta juli við starvinum sum leiðari á kunningarstovuni í Runavík

Runavíkar býráð hevur sett Marjun Niclasen í starvið sum leiðari á Kunningarstovuni í Runavík. Marjun er útbúgvin cand. mag. Í miðlar/samskifti og filmsvísindum. Haraftrat hevur hon fleiri viðkomandi skeið, eitt nú í leiðslu.

 

Marjun Niclasen hevur arbeitt í kommunalari umsiting, og hon er von at arbeiða tvørtur um deildir og stovnar. Innan ferðavinnu hevur hon lagt kunningartilfar til rættis, verið í filmsframleiðslu og samskipað tiltøk av ymsum slagi, m. a. menning av ferðavinnu í útjaðaraøki.

 

Nýggi leiðarin tekur við starvinum fyrsta juli. Umframt leiðaran er kunningarstovan mannað við tveimum øðrum starvsfólkum, sum halda fram í partstíðarstarvi. Annað av hesum starvsfólkunum er Herbjørg Jøkladal, sum hevur verið leiðari á Kunningarstovuni síðan 2006. Hon hevur ynskt at arbeiða partstíð og at sleppa undan leiðsluábyrgd, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu síni.