Nýggjur leiðari á MRCC

55 ára gamli Robert Olsen er nýggjur leiðari á MRCC-støðini í Havn Hann varð útbúgvin sum skipsførari í Havn í 1997, men hevur frammanundan drúgvar royndir á sjónum, skrivar MRCC-støðin í tíðindaskrivi.

Robert Olsen fór til skips í 1966 og tók skiparaprógv í Esbjerg í 1972. Størv hansara á sjónum fevna víða. Hann hevur í 27 ár verið skipari á fiskiskipum, vaktarskipum, handilsskipum og á havrannsóknarkipi. Seinastu tvey árini hevur hann sum »barge engineer« verið í ovastu leiðsluni á einum boripalli hjá Maersk Contractors í Norðsjónum og í Avstralia.

Robert Olsen tekur við eftir Max Degn í Haraldstovu, sum legði frá sær herfyri.

Anni á Hædd var stjóri í Tilbúgvingarstovninum, sum MRCC Tórshavn hoyrir undir. Hon legði frá sær 23. august í fjør í kjalavørrinum av, at russiska skipið Osljana sigldi á Flesjarnar og síðani sakk undir bjargingararbeiðinum.