Ingegerð á Trøðni, sum hevur verið leiðari á Kunningarstovuní Havn í eitt mannaminni, leggur nú frá sær.
Og nú nú greitt, at tað verður Therese Kreutzmann, ið tekur við eftir hana tann 1. november í ár
Therese Kreutzmann er av Tvøroyri og hon hevur drúgvar royndir í ferðavinnuni.
Tað var longu í 1989, at hon fór í starv hjá Flogfelagið Føroyum og síðani hevur hon verið í vinnuni.
Hesi seinastu árini hevur hon verið leiðari á kunningarstovuni í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.