Niclas Heri er 35 ára gamal og klaksvíkingur. Hann er útbúgvin
skrivstovumaður. Hann arbeiddi sum søluleiðari hjá Kjølbro Heilsølu í sjey
ár, til hann í fjør fór at arbeiða hjá felagnum IRIS.
Føroya Shell í Norðoyggjum umfatar t.d. gassolju til hús, skip og bátar, smyrjiolju, hitatænastu og Shellstøðina við Stangavegin.
Niclas Heri er spentur upp á hesa spennandi og avbjóðandi uppgávuna.
Millum børn er Niclas Heri kanska best kendur sum Trølla Pætur.