Nýggjur leiðari fyri Færøernes Kommando

Christian Nørgaard, sum er leiðari fyri Færøernes Kommando, fer í nýtt starv í Danmark og leggur tí frá sær síðst í hesum mánaðinum. Nýggjur leiðari verður Per Starklint, ið kemur frá øðrum leiðarastarvi innan donsku sjóverjuna Leiðarin á Færøernes Kommando seinastu árini leggur nú frá sær. Christian Nørgaard, kommandørur, hevur fingið bjóðað starvið sum leiðari fyri Søværnets Officersskole í Keypmannahavn og fer tí úr starvi sínum í Føroyum síðst í hesum mánaðinum.

- Sjálvt um niðurskurðurin í Færøernes Kommando hevur fylt nógv seinastu tvey árini, hava bæði kona mín og eg verið sera glað fyri tíðina og samstarvið við bæði føroyskar og danskar myndugleikar, sigur Christian Nørgaard millum annað í tíðindaskrivi frá Færøernes Kommando.

Nýggi leiðari verður Per Starklint, kommandørur, ið kemur frá leiðarastarvi á stuðulsskipinum, Absalon. Per Starklint er væl royndur í Norðuratlantshavinum frá tíðini sum leiðari fyri vaktarskipini Vædderen, Thetis og Trioton. Harafturat hevur hann eisini verið ovasti maður fyri grønlendsku vaktarskipini, Agpa og Agdlek.

- Eg gleði meg til nýggja starvið og at halda fram við góða samstarvinum við føroyskar myndugleikar og tað føroyska samfelagið, sigur Per Starklint í tíðindaskrivi frá Færøernes Kommando.