Flogbóltur
Flogbóltssambandið hevur nú sett venjara at taka sær av fyrireikingunum hjá manslandsliðnum, nú Oyggjaleikarnir av álvara eru farnir at nærkast.
Talan er um Jesper Brix, sum eisini áður hevur tikið sær av landsliðnum. Hetta var í 1999, tá menninir vunnu bronsu á Gotlandi.
Jesper hevur annars í fleiri ár verið ein av berandi kreftunum í Frederiksberg Volley, har hann millum annað hevur vant fleiri av føroysku landsliðsleikarunum hjá kvinnunum, sum hava verið partur av elituliðnum hjá felagnum.
Yvir høvur er talan eisini um ein royndn harra innan flogbóltin. Seinast í 80?unum var hann partur av Holte-liðnum, sum var mest sum einaráðandi í donskum flogbólti, og eftir at hann í 1990 flutti til Skt. Jørgen var hann eisini fleiri ferðir partur av danska endaspælinum, har talan eisini gjørdist um heiðursmerki, tó at hesi ikki vóru úr gulli. Við á linum hjá Skt. Jørgen tá var annars eisini Klæmint Isaksen.
Sum partur av fyrireikingunum til nýggja starvið var Jesper eisini í Føroyum, nú steypafinalunar vórðu leiktar, og sum skils, so var hann eisini væl nøgdur um tað, sum hann har sá.
Umframt Jesper hevur Flogbóltssambandið eisini sett hjálparvenjara. Tað er 39 ára gamli Suni Hansen, sum í nógv ár hevur verið ein av føstu leikarunum á manslandsliðnum, umframt at hann bæði hevur verið føroyameistari við ÍF og steypavinnari við SÍ.
At enda upplýsir FBF, at tað framvegis ikki er gjørt av, hvør verður venjari hjá kvinnulandsliðnum. Samband hevur verið við fleiri venjarar, og væntandi verður hesin spurningurin avkláraður í nærmastu framtíð.