Aston Martin í Onglandi fara aftur at gera ein luksusbil við navninum Lagonda. Í Onglandi fara Aston Martin aftur at gera ein luksusbil við navninum Lagonda, upplýsti forstjórin í Aston Martin, Dr. Ulrich Bez herfyri í London.
Aston Martin Lagonda, sum varð gjørdur frá 1976 til 1991, var ein bilur við sermerktum designi, men hesin nýggi Lagonda fer at líkjast meira teimum Aston Martin modellunum, sum eru á marknaðinum í dag.
Nýggi Lagonda skal eftir ætlan koma á marknaðin í 2012.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum