Í hesum døgum verða upptøkur gjørdar til ein nýggja film um ótrúligu ferðina tvørtur um Kyrrahavið við Kon-Tiki-flakanum hjá norðmanninum Thor Heyerdahl (1914-2002)
Tað var í 1947, at hann, saman øðrum legði leiðina úr Peru og vestur til Polynesien. Endamál hansara var at prógva, at fólk úr hesum oyggjabólkunum høvdu ferðast hin vegin, og høvdu búsett seg í Suðuramerika.
Eftir 101 døgum og 7000 kilometrum komu teir á mál, og høvdu soleiðis prógvað, at hetta kundi bera til.
Heyerdahl fór beinanvegin undir at skriva eina bók um ferðina, og kom henda út í 1949. Hon varð beinanvegin týdd til fleiri tungumál og gjørdist ein altjóða bestseljari.
Tvey ár seinni altso fyri 60 árum síðani kom filmurin Kon-Tiki út, og fekk eina Oscar-virðisløn sum besti dokumentar-filmur. Heyerdal var bæði instruktørur og leikari í hesum filminum.
Nú verður so ein 2011-útgáva av filminum gjørd. Kostnaðurin er mettur til 88 mió norskar krónur. Í leiklutinum sum Thor Heyerdal er norski Pål Sverre Valheim Hagen.
Eftir ætlan verður filmurin sýndur fyrstu ferð á vári 2012.
(Á myndini, sum er tann fyrsta frá upptøkum sæst Kon-Tiki flakin liggja við bryggju í Valette á Malta, stutt eftir at upptøkurnar byrjaðu í farna mánaði)