Nýggjur klædnahandil opnar í summar

Norðskáli: Sundafólk ? ella serliga kvinnurnar ? fáa seint í summar møguleika at fara til handils at hyggja eftir damuklæðum í heimbygdini.

Anna Maria Zachariassen av Streymnesi ætlar nevniliga at lata upp eina handil, har damuklæði og klæði til børn verða at fáa. Handilin fer at halda til í økinum, har ein frammanundan hevur t.d. peningastovn, matvøruhandil og kaffistovu.
Í løtuni verður økið planerað til tey 300 fermetrar stóru handilshúsini, sum Norðsetur seinni fer at seta upp.
Eftir ætlan letur handilin "Brá" upp í august ella september mánaði. Upplýst verður, at ein fer at satsa uppá klædnavørur við dygd í, men at prísurin á hesum kortini skal verða á rímiligum støði. Ella sum sagt verður: Vit ætla at bjóða fólki røtt klæði til rættan prís!
Óhugsandi er ikki, at ein slíkur handil fer at fáa nógva vitjan. Økið liggur í fyrstu syftu miðskeiðis í bygdunum har umleiðir, og liggur haraftrat miðskeiðis á meginøkinum, har í túsundatali av bilum koyra framvið hvønn einasta dag.