Sáttmáli er í dag undirskrivaður við fyritøkuna Boilerworks um nýggjan ketil til Brennistøðina á Hjalla.
Samlaður kostnaður fyri verkætlanina er umleið 30 milliónir krónur.
Ketilin verður skiftur í apríl-mai mánaði komandi ár. Í umbyggingartíðini, sum verður umleið 6 vikur, verður ruskið ballað og lagt á goymslu, so at ruskinnsavningin og móttøkan av ruski verður ávirkað sum minst.
Neyðugt er nú at skifta gamla ketilin, sum hevur tænt væl og virðiliga fyri seg eftir 26 ár í rakstri. Gamli ketilin er slitin, og neyðugt hevur verið við størri og smærri ábótum seinastu árini. Hetta hevur ført við sær fleiri óætlaðar steðgir, effektiviteturin er minkaður nakað, og tað hevur ført til ávísar tekniskar rakstrartrupulleikar í øðrum pørtum av annlegginum.
Nýggi ketilin er ein vatnrørsketil við ekonomisara, meðan gamli ketilin var ein roykrørsketil. Við hesum vatnrørsketli, ið hevur sjálvvirkandi reinsiskipan, kann ketilin verða í rakstri uttan íhald í umleið 1 ár, uttan at neyðugt er at reinsa ketilin manuelt, meðan gamli ketilin skuldi reinsast manuelt umleið hvønn 10. dag. Hetta fer at betra arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkunum, tí tað er bæði tungt og skitið arbeiðið at reinsa gamla ketilin.
Nýggi ketilin fer eisini at loysa ein ávísan tekniskan trupulleika við ov høgum roykhita, sum brennistøðin hevur verið darvað av síðani nýggja roykreinsiskipanin varð tikin í nýtslu í 2006. Nýggi ketilin avkølir roykin meiri enn tann gamli, og tað fer at føra við sær, at reinsingin av roykinum verður stabilari og harvið munadyggari, og fer tað at gagna umhvørvinum.
Nýggi ketilin fer eisini at hava stóran týdning fyri strembanini hjá kommununi at økja um nýtsluna av grønum orkukeldum. Ketilin hevur hægri virkningsgrad enn tann gamli, og harvið kann framleiðslan av grønari orku til fjarhitaskipanina økjast við umleið 10 %. Hetta svarar til hitanýtsluna hjá umleið 200 vanligum sethúsum.
Eisini gerst orkuveitingin javnari, tí neyðugt verður ikki við so nógvum støðgum fyri at reinsa ketil, sum áður, og harvið kann Fjarhitafelagið spara um oljunýtsluna, ið verður nýtt, tá ið brennistøðin ikki framleiðir orku.
Í sambandi við útskiftininga av ketlinum, er neyðugt at dagføra aðrar neyðugar partar av støðini, sum hava samband við ketilin, t.d. rørskipanir, køliskipan, pumpur, umframt el- og stýriskipanir.
Boilerworks, ið er partur av 75 ára gomla ketlasamtakinum Danstoker, hevur framleitt ketlar í Tønder í Suðurjútlandi síðani 1959, fyrstu árini undir navninum Tøma, og seinastu árini undir navninum DP Cleantech. Bæði Tøma- og Danstoker ketlar eru vælkendir í Føroyum.