Nýggjur kaðal skal nú tryggja sambandið úteftir

SHEFA 2 kaðalin varð tikin í nýtslu í dag Føroya Tele hevur nú tikið Shefa 2 kaðalin í nýtslu. Kaðalin bindur Føroyar í bretska meginlandið umvegis Hetland og Orknoyggjarnar, og hann veitir Føroyum trygt og munagott fjarskifti við útheimin í nógv ár frameftir. Fjarskiftissambandið hjá Føroyum við umheimin fer nú fyri størsta partin av ganga umvegis SHEFA 2.

- SHEFA 2 fer saman við FARICE kaðalinum at geva Føroyum trygt fjarskifti úteftir og at kalla óavmarkaða fjarskiftisorku mótvegis útheiminum, sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi.

Kaðalin kostar 120 milliónir krónur, og talan er um størstu einstøku íløgu hjá Føroya Tele nakrantíð.