Av tunlum í Føroyum er Hvalbiartunnilin raðfestur aftast. Hetta kunnu hvalbingar ikki lata sær lynda í 2008. Tí eigur løgtingið at ganga ynski hvalbinganna á møti, at farið verður undir at gera nýggjan tunnil millum Trongisvágs og Hvalba. Sambært nútíðarinnar krøvum lýkur Hvalbiartunnilin ikki ásettu minstukrøvini, tá tað snýr seg um trygdina og dygdina í føroyskum tunlum. Tað er eingin ivi um, at Hvalbiartunnilin er lívshættisligur og ótíðarhóskandi, tí í tunlinum er eitt nú eingin trygdarútgerð so sum eldsløkkingarútgerð, skuldi eldur komið í inni í tunlinum, so er eingin útgerð til at sløkkja eldin, og eingir møguleikar at boða frá eldinum og eingin útgerð, sum forðar øðrum akførum at koyra inn í tunnilin; tí har er einki fartelefonsamband. Eingi ljós eru í tunlinum, eingin ventilasjón, eingi gassmátitól, einki neyðsamband, einki radiosamband. Vánalig uppmerking av vegnum, einsporaður tunnil, vendipláss. Vánaligur gjøgnumtrekkur. Stórar glerpípur hanga undir loftinum, tá ið frost er, og sum kann vera til miklan ampa fyri ferðsluna. Eisini er grót rapað undan loftinum í tunlinum fyri stuttum, og sum lættliga kundi havt elvt til vanlukku, men til alla lukku. Vegurin í tunlinum er skitin og smalur, og eisini er lágt frá loftinum. Hetta darvar ferðsluna í tunlinum og í stóran mun forðandi fyri vinnuna í Hvalba, har tunnilin er neyðugur partur av tí virksemi, sum blómar í Hvalba. Skal útjaðarin verða partur av einum vælferðarsamfelagi, har ein og hvør eigur at kenna seg tryggan í ferðsluni, so er eisini neyðugt, at trygdin í føroyskum tunlum lýkur nútíðarinnar krøvum.
Mítt ynski til mína kæru heimbygd skal vera mín áheitan á landsins politikarar: at nýggjur tunnil verður gjørdur millum Trongisvágs og Hvalba.










