Nýggjur hjartastartari mátti brúkast beinanvegin

Bara tímar eftir at hann varð hongdur upp, máttu fólk nýta hjartastartaran í Runavík

Bara fáar tímar eftir, at nýggjur hjartastartari var settur upp í Runavík, var brúk fyri honum.

 

Mikudagin bleiv ein hjartastartari settur upp við høvuðsinngongdina hjá Arbeiðarafelagnum Hæddin, beint yvir av Ráðhúsinum hjá Runavíkar kommunu.

 

Bert fáar tímar eftir, at hann varð hongdur upp, var brúk fyri tólinum.

- Um hálvgum tvey tíðina sama dagin smellur ein maður um á gonguteiginum nærindis Hæddini, og fólk sum sóu tilburðin vóru skjót í vendingini. Fingu hjartastartaran á staðið, og ein kona, sum dugdi at fáast við tólið, festi tilsetingina á kroppin á lívleysa manninum, skrivar Runavíkar kommuna.

 

- Nú var at bíða eftir boðum frá hjartastartaranum, hann stoytir ikki uttan so at hjartað er steðgað og flákran kennist. Trýst varð á knøttin, startarin stoytti, og maðurin vaknaði við aftur. Hesin varð síðani fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkravogni, ið var skjótur á staðið.

 

- Stig Davidsen, Hæddin, og brandmajorurin, Sunnleif Højgaard (myndin), eru fegnir um at átakið hjá arbeiðarafelagnum kundi vera til hjálpar, nú tørvur var á hesi hjálpini, sum nýfingna tólið kundi veita, í eini ringari støðu, har avleiðingin annars, í versta føri, hevði verið lívlát, um felag og hartil fólk á staðnum ikki vóru so vaks, táið tað veruliga galt, skrivar kommunan.

 

Yvirlit yvir allar hjartastartarar kring landið er at síggja á www.hjartastartari.fo.