Ein Bollywood-filmsframleiðari ætlar at fara undir at gera ein film við navninum ?Hari Putter: A Comedy of Terrors?.
Hetta hevur øst fólkini handan Warner Bros upp og tey eru nú við í ferð við at planleggja eina rættargongd ímóti Bollywood-filmsframleiðaranum, tí navnið á filmi hansara liggur ov tætt upp at stóra hitti teirra, Harry Potter.
Vanliga hava Bollywood-fólkini ongar trupulleikar við at fáa íblástur frá vesturlendskum filmum, men í hesum føri skuldi nýggi Hari Putter filmurin als einki hava at gera við ?ordiligu? Harry Potter-filmarnar.
- Hari er eitt púra vanligt indiskt navn og ?puttar? er punabji-orðið fyri ?sonur?, sigur Munish Purij frá Mirchi Movies.
Hendingagongdin í filminum er tó sera nógv øðrvísi enn í Harry Potter. Hann minnir heldur um nýggju ?Home Alone?-filmarnar við Macaulay Culkin.