Nýggjur høvuðsstuðul hjá ÍSB

Fríggjadagin, 2. januar, skrivaðu ÍSB og Skemman undir sáttmála, sum við gildi frá 1. januar ger Skemmuna til høvuðsstuðul hjá sambandinum.
Skemman hevur ikki verið høvuðsstuðul hjá ÍSB áður, men teir hava verið partur av stuðulsbólkinum, og eitt nú vóru teir millum hollastu stuðlarnar til Special Olympics kappingarnar, sum fóru fram í Írlandi seinasta summar.
Hesi seinnu árini hevur tað annars við LÍV, sum hevur verið høvuðsstuðul hjá ÍSB, men tó at teir ikki longur eiga hetta heitið, so merkir tað ikki, at LÍV hevur slept endanum í so máta.
Framyvir vera teir partur av bólkinum, Aðrir stuðlar, sum eisini eru stórur partur av grundarlagnum undir virkseminum hjá ÍSB.