Nýggjur formaður í Fíggingargrunninum

Fyrrverandi sparikassastjóri er nú formaður í grunninum, sum eigur Føroya Banka

Jákup Mørk

Bárður Nielsen, landsstýrismaður, hevur nú valt nýggja nevnd til Fíggingargrunnin frá 1992. Hetta er grunnurin, sum danir og føroyingar settu á stovn í samband við bankabjarginina.
Eyðun á Rógvi, fyrrverandi. sparikassastjóri, er nýggjur nevndarformaður í grunninum. Hann tekur við eftir John P. Danielsen, sum hevur verið nevndarformaður seinastu tvey skeiðini, men sum ikki ynskti at halda fram í nevndini.
Soleiðis sær nevndin fyri Fíggingargrunnin frá 1992 soleiðis út. Eyðun á Rógvi, formaður, Eyðfinn Færo, Hildur Gunnarsdóttir og Eyðhild Skaalum.
Viðtøkurnar fyri grunnin áseta, at tey fýra, sum landsstýrismaðurin velur í nevndina, í felag kjósa fimta nevndarlimin. Seinasta valskeiðið hevur Niels Sørensen úr Havn verið fimti nevndarlimurin.
Valskeiðið fyri nevndina er trý ár, og skal nýggja nevndin sostatt sita fram til 31. mars 2008.