Nýggjur Ford Transit í august

Í august kemur ein nýggjur uppdateraður Ford Transit á marknaðin. Størstu broytingarnar eru framman og í kabinuni. Eisini vera tveir nýggir Duratorq TDI dieselmotorar við í programminum

Ford kundu í fjør hátíðarhalda at 40 ár vóru liðin síðan Ford Transit fyrstu ferð kom á marknaðin.
 
Tað eru nú nøkur ár síðan hesin Transit, sum nú fær eina sonevnda facelift, kom á marknaðin. Tað sum eyðkennir bilin eru tær loddrøttu síðurnar og  rúmilga vørurúmi.
 
At síggja til er størsta broytingin framman við nýggjum kúfangara, kølaragittari, lyktum og tí størsta Ford-búmerkinum (ovalinum) í evropeiska modell-programminum. 
 
Kabinan er nýggj við nýggjum instrumentborði og ratti og nú situr girstongin í sjálvum instrumentborðinum.
 
Seks ymiskir dieselmotorar vera at velja ímillum, harav tveir eru nýggir: 2,2 litur og 2,4 litur Duratorq TDI við antin fimm ella seks-trins girkassa. 
 
Transit er bert tann fyrsti av fleiri nýggjheitum frá Ford í ár, seinni koma ein nýggjur S-MAX og Galaxy. Nýggi Ford Transit kemur á marknaðin í august.