Ford Focus kom fyrstu ferð á marknaðin í 1998 sum avloysari fyri Ford Escort. Bilurin hevur roynst sera væl og er ein av mest seldu bilum yvirhøvur.
Á altjóða bilaframsýningini, Paris Motor Show, í september, verður ein heilt nýggjur og størri Focus sýndur fram.
Hópframleiðslan byrjar í oktober, og bilurin kemur hendan vegin fyrst í komandi ári.
Bilurin verður bygdur yvir sama plattform sum Focus C-Max, Volvo S40 og Mazda3.
Um motorskránna vita vit at ein av bensinmotorunum verður ein 2,0 litur við 150 hk og tveir dieselmotorar við avikavist 109 og 145 hk.
Kelda: FDM / Motor









