Nýggjur flokkur í Grønlandi

Grønlendingar hava fingið ein politiskan flokk afturat. Tað hendi fríggjakvøldið á stovnandi aðalfundi hjá flokkinum Partii Inuit.

Tann nýggi flokkurin liggur vinstrumegin IA og kann sambært politiskum eygleiðarum í Grønlandi fáa fatur á nøkrum av teimum veljarunum, sum halda, at IA er vorðin ov borgarligur og miðsøkjandi. Eisini kann flokkurin fáa ungar veljarar, sum ikki plaga at fara á val.

Nikku Olsen, sum hevur gingið undan í arbeiðinum at stovna Partii Inuit, varð valdur til formann.