Nýggjur flogvøllur treytin fyri allari menning

- Ein avgjørd treyt fyri allari menning í Føroyum er, at ein nýggjur flogvøllur verður tøkur innan 5-7 ár, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður í viðmerking til tað, sum Heidi Petersen, løgtingskvinna, hevur ført fram á Portalinum í dag

- Eg haldi, at Heidi Petersen, løgtingskvinna, má hava misskilt okkurt, og eg vil siga, at ábyrgdarloysi er á hennara síðu. At brúka hálva miljard krónur uttan, at vit fáa nakað aftur fyri er eftir mínum tykki ørskapur.

Soleiðis tekur Poul Michelsen, løgtingsmaður, til í svari til tað, sum Heidi Petersen førir fram á Portalinum í dag.

Hann heldur, at tað ber væl til at pjøssa uppá flogvøllin í Vágum, soleiðis at hesin heldur sær á einum brúkiligum støði fram til, at nýggjur vøllur verður bygdur. Tað letur seg saktans gera fyri nakrar tíggjutals miljónir at byggja nýggja kantinu, handlar og skrivstovur í Vága Floghavn.

- Tey nýggju flogførini hjá AA kunnu eins væl lenda á vøllinum, sum hann er í dag. At brúka hálva miljard til at leingja vøllin upp í 1500 metrar, er eftir mínum tykki ørskapur. Heidi má so sjálvsagt halda nakað annað, men hon má eisini taka ábyrgdina.

Poul sigur seg ikki hava sagt, at nýggjur flogvøllur endiliga skal byggjast í Havn, og hann hevur slett ikki nevnt Glyvursnes í hesum sambandi.

- Eg haldi ikki, at nakar er serliga glaður fyri at hava ein flogvøll í túninum! Men samfelagstørvin má eingin einstakur sleppa at forpurra. Eg havi við vilja ikki valt nakað pláss, men bert stillað nøkur krøv og fortreytir fyri einum framtíðar flogvølli.

Poul heldur tí, at Heidi úttalar seg uttan at hava lisið tað, hann hevur skrivað.

- Og hon er jú púra samd við mær so vítt, eg dugi at lesa tað, sum hon sigur. Ein avgjørd treyt fyri allari menning í Føroyum er, at ein nýggjur flogvøllur verður tøkur innan 5-7 ár, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður í viðmerking til Heidi Petersen.