Nýggjur flogvøllur á Glyvurnesi um 10 ár

Poul Michelsen krevur nú, at teir politikarar, sum trumfaðu Løgtingið til at longja ein óbrúkiligan flogvøll í Vágum, nú eisini gera eina miðvísa raðfesting, so at vit fáa nýggjan flogvøll á Glyvursnesi um 10-12 ár

- Vit skulu hava ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi um 10-12 ár.
Tað er ein málsetningur, sum Poul Michelsen, løgtingsmaður, nú krevur, at Løgtingið setir sær.
Tí krevur hann, at Løgtingið nú beinanvegin fer undir at fyrireika byggingina av einum nýggjum flogvølli á Glyvursnesi.
Hann sigur, úrslitið av tí, sum er hent í flogvallarmálinum síðstu vikurnar, kann ikki vera øðrvísi.
- Teir politikarar, sum trumfaðu Løgtingið til at brúka 365 milliónir til at lappa upp á ein óbrúkiligan vøll í Vágum, skylda nú Føroyska samfelagnum, at teir beinanvegin bøta um skaðan og beinanvegin fara undir arbeiðið at gera nýggjan vøll á Glyvursnesi.
- Nú hava teir fingið sítt og nú krevja vit eisini av teimum, at teir eisini beinanvegin fara í holt við arbeiðið at gera ein altjóða flogvøll, sum eitt oyggjasamfelag, sum okkara, krevur.
Ppul Michelsen heldur, at hetta eigur ikki at vera eitt krav til sjálva samgonguna, men til allar flokkar á tingið, sum trumfaðu útbyggingina í Vágum ígjøgnum.
Hann sigur, at tí er neyðugt at gera eina íløguætlan, sum raðfestir flogvøllin á Glyvursnesi fremst og so mugu vit finna útav, hvussu hann skal fíggjast.