Í vikuskiftissosialinum, dagfestur 5. 10. 2007, las eg grein um hetta evnið, skrivað av Andreasi Petersen, har hann nevnir, at Glyvursnes er einasta rætta stað her í Føroyum til at hava ein flogvøll. Hetta er, eftir míni meting, burturvið, at hetta verður sagt. Ikki tað, Havnin jú størsta bústaðarøkið í ladninum, so at soleiðis sæð skilji eg væl hugskotið at hava flogvøllin í høvuðstaðarøkinum. Men so kunnu vit eisini venda steikina og siga, at Tórshavn er IKKI alt, hóast tað eru fólk í Havnini, sum ikki taka undir við hesum.
Sum nevnt omanfyri, at fara út í bløðini og siga, at ein nýggjur flogvøllur skal byggjast úti í Glyvursnesi, og tað undir øllum umstøðum, er burturvið. Andreas hevur eftir øllum at døma gloymt at hugsa um, at mjørki kann koma, og veðrið í Føroyum er til tíðir heilt svikaligt. Nú er Havnin eitt sera deiligt mjørkapláss, og ávísar ættir eru tiltiknar ringar í Suðurstreymi.
Eftir míni meting, so eru aðrir møguleikar til staðar at hava ein nútíðarhóskandi flogvøll eina aðra staðni í hesum lítla oyggjalandi. At siga hvar er ikki mín uppgáva, at taka ta avgerðina lati eg teir serkønu at avgera. At ikki hava flogvøllin uttan fyri Havnina er eingin katastrofa. Taka vit t.d. og siga, at flogvøllurin verður bygdur í Søltuvík, so koma bygdirnar á Sandoynni at fáa fleiri størv. Somuleiðis vita vit, at fleiri fólk vilja flyta suður at búgva. Í hesum sambandi kann nevnast, at Sandoyartunnilin hevur verið eitt heitt evnið í miðlunum, og verður hann veruleiki, so er tann enn skjótari at koma suður, eisini hjá teimum, sum koma at hava starv á flogvøllinum, men sum ikki hava ætlanir at flyta suður.
Men sjálvandi, alt skal bara til Havnar, tí tað, sum Havnin ikki hevur, skal Havnin undir øllum umstøðum bara hava. Og tað óansæð prís.
At enda kann sigast, at tað bilar einki, at koyrt verður nakrar minuttir eyka, tí so stórt er hetta land heldur ikki, og hóast at høvuðstaðir kring Evropa hava flogvøll so at siga beint við, so skal ein undir øllum umstøðum, um koyrt verður við bili, koyra kanska upp til ein tíma, áðrenn viðkomandi er komin til rætta staðið. So hví grenja um nakar minuttir og kanska eisini um peningarupphæddir í ymsum máti.










