Nýggjur fiskivinnupolitikkur

Fiskivinnan og virking av fiski er okkara høvuðsvinna, og so at siga einasti vøruútflutningur okkara er fiskur og fiskavørur. Harumframt eru týðandi vinnur sum veita vørur og tænastur til fiskivinnuna.

Generelt er tað avgerandi, at tað eru góðir og stabilir karmar fyri vinnuligum virksemi. Hesir karmar eru ikki nøktandi fyri okkara høvuðvinnu. Karmarnir eru trongir, truplir og óstabilir, umframt, at vinnan er undir politiskari smálutastýring.
Skulu vit koma týðandi fet fram vinnuliga og skapa samfelagnum størri inntøkur, má fiskivinnupolitikkurin dagførast og skipanir gerast á økinum, sum geva vinnuni góðar og stabilar karmar.
Hetta skal fremjast í samstarvi millum tað almenna og vinnuna, eins og gjørt varð fyri alivinnuna á sinni.
Ásannandi henda veruleika, verður skotin upp hesin dagførdi fiskivinnupolitikkur:

Hugsjón
Hugsjónin fyri føroysku fiskivinnuna er, at hon er búskaparliga, umhvørvisliga og lívfrøðiliga burðardygg og kastar virði av sær í fríari, altjóða kapping.

Málsetningur
Málið er at gera lóggávuna, regluverkið og eftirlitið í samsvari við hugsjónina fyri føroysku fiskivinnuna so, at arbeiðsmegi og kapitalur flyta yvir í mest produktivu partarnar av høvuðsvinnuni.

Fiskidagar/kvotur
Í fiskiskapi eftir botnfiski verða fiskidagar útlutaðir og hóskandi tekniskar ásetingar brúktar, eitt nú stongdar leiðir og meskavíddir, til at tálma veiðitrýstið.

Kvotur til ávís fiskasløg í veiðu av uppisjóvarfiski (t.d sild, svartkjafti og makreli), eiga at verða lagaðar soleiðis, at tekniskar reguleringar og fiskileiðir avmarka hjáveiðuna mest møguligt. Landsstýrismaðurin i fiskivinnumálum skal hava heimild at gera broytingar í teimum førum, har hjáveiðan munandi darvar høvðusveiðuna.

Leiðir kunnu verða settar av til ávísan reiðskap eftir serligum fiskasløgum – eitt nú til bólk 5 (uttan fyri fiskidagaskipanina), til fiskiskap innan fyri 3 fj., til fiskiskap eftir hummara o.s.fr..

Fiskidagar og kvotur skulu kunna umsetast frítt (bólkur 5 undantikin). Vinnan eigur at skipa seg sjálva uttan politiska smálutastýring, ið vit kenna frá uppskoti um brúksskyldu, tekniskum forðingum sum skipastøddum, forboði fyri framleiðslu umborð o.t.

Fiskidagar og kvotur verða gagnnýtt eftir lutfalli av samlaðari kvotu og fiskidøgum. Ásetingar fyri bólkar og skip skulu byggja á veiðina í ávíst áramál. Samlað kvota og fiskidagar verða ásett fyri eitt ár í senn. Fyri at tryggja fígging av skipum, eiga veiðuloyvini at verða knýtt at fiskifarinum eitt langt áramál.

Greiður ognarrættur skal verða knýttur at veiðuloyvum, fiskidøgum og kvotum. Skipaeigarar/fiskimenn umsita sínar fiskidagar og kvotur (javnber lógina um landsjørð, har festibrævið er einskilt og frítt at umseta). Tað ber við sær spesialisering og savnan av kapitali.

Ein fiskidaga- ella kvotubanki førir ikki til slíka optimering, tí virksemið og virðisøkingin verða flutt uttanlands. Harumframt verður ein fiskidaga- og kvotubanki skjótt bert roknaður og brúktur sum ein inntøkukelda aftrat til alment útreiðsluvirksemi. Ein slík skipan vil niðurlaga føroysku fiskivinnuna.

Ásetingarnar í §7 í Lóg um vinnuligan fiskiskap verða framvegis at galda framyvir.



Tilvirking
Ongar avmarkingar skulu vera um virking umborð ella á landi.

Landing
Í útgangsstøði verður allur fiskur landaður í Føroyum, sum er veiddur úr føroyskum fiskidøgum. Landsstýrismaðurin kann fáa heimild til at geva undantak frá hesu reglu, um hon eyðsæð hevur óhepnar avleiðingar.

Góðska
Tað almenna og vinnan samvirka til at optimera góðskuna á feskum fiski landaður í Føroyum. Reglugerð um at flokka landaðan fiski í Føroyum skal tryggja, at fiskurin verður flokkaður í góðskustig. Vanlig góðskukrøv til virkir um mannagongdir við framleiðslu, reinføri, goymslum osfrv. eiga at verða eftirhugd.

Møguligt gjald
Í fyrsta umfari verður strembað eftir at fáa allan stuðul úr vinnuni, og at vinnan rindar fyri almenna eftirlitið við henni. Í øðrum lagi verður mett, um avgjald á veiðina førir til, at vinnan kastar optimalt av sær. Her verður m.a. hugsað um gjald fyri landing í útlondum, brúkaragjald fyri tænastu veitta beinleiðis til vinnuna, t.d. Havstovuna o.s.frv., sum vit kenna tað frá alivinnuni.
Sjómannafrádrátturin eigur at verða kappingarførur við grannatjóðirnar.

Annað
Fyri at menna høvuðsvinnuna og styrkja okkara kappingarføri, fyri burðardygd, lønsemi í veiði og búskapi, og fyri at røkka hægstu vørugóðsku á sjógvi og landi, verður størri dentur lagdur á úrslitsgrundaða gransking á Havstovuni, Granskingarsetrinum, Fiskivinnuskúlanum og á skipum og virkjum.
Fyri at røkka bestu úrslitunum, so eigur landið í samstarvi við vinnuna árliga at seta upphæddir av til endamálið.
www.djurholm.fo