Nýggjur fiskahandlari á Eiði

Millum nýggju partafeløgini, sum vórðu stovnað í síðstu viku er Sp/f Fish Broker. Magnus Magnussen á Eiði er stjóri í nýggja felagnum, sum hann sjálvur sætti hevur stovnað. Teir seks mynda eisini nevndina. Hinir fimm eru Poul Leivsgarð, búsitandi í Havn, sum er nevndarformaður, Hans Jákup Vesturdal Magnussen og Bergur Magnussen, sum báðir búgva í Randbøl, Andy Ljósa, búsitandi á Strondum og Heine Vesturdal, eisini av Eiði.

 

Endamál felagsins er at reka virksemi við keyp og sølu av fiski umframt annað virksemi í hesum sambandi, skrivar BL.fo.

 

Hetta er bara eitt av seks nýggjum feløgum, sum er stovnað í seinastu viku. Vælumtókti tónleikabólkurin VSJ hevur fingið sítt egna íverksetarafelag, eitt nýtt tannlæknafelag er sett á stovn og fleiri onnur.

 

Eisini er nógvar nevndarbroytingar og stjóraskifti skrásett. Allar broytingarnar kunnu lesast á heimasíðuni hjá Business Line her.