Í morgin verður ein nýggjur dokumentarfilmur um fyrrverandi svenska forsætisráðharran Olof Palme vístur fyrstu ferð í 110 biografum í Svøríki. Áhugin fyri filminum er so stórur, at svenskir fjølmiðlar tosa um ein møguligan Palme-ruðuleika í morgin.
Filmurin lýsir lívið hjá Olof Palme sum politikara og sum privatpersón. Kristina Lindström og Maud Nycander, sum hava gjørt filmin, hava havt atgongd til eina rúgvu av rátilfarinum hjá myndamonnum, og í filminum eru eisini nógvar myndir og gamlar super8-upptøkur hjá familjuni, sum almenningurin ongantíð hevur sæð.
Olof Palme varð skotin tann 1. mars í 1986, tá hann og konan, Lisbeth, vóru á veg til hús eftir at hava verið í biograf í miðbýnum í Stockholm. Drápsmaðurin er ongantíð funnin.










